1.
Far tú heldur til gongu!
Men minst til endurskin, so fólk, sum duga at tendra ljósini, síggja teg.
Tá tú tendrar nærljósini, lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið aftan.
Nærljósini skulu vera tendrað, tá ringt sýni er, eitt nú tá tað kavar, regnar ella í mjørka. Tá tú koyrir í einum tunli skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað.
Eru lyktirnar stillaðar á auto, tendra bakljósini ikki altíð. So tendra nærljósini, um tú vilt tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað. Eisini í mjørka ella upplýstum tunli.
Minst til, at tað er tín ábyrgd at hava eftirlit við, at allar perurnar lýsa.
Tað er umráðandi, at tú veitst, hvussu tú tendrar og sløkkir ymisku lyktirnar, áðrenn tú fert at koyra. So fært tú hugsavnað teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil.