1.
Far tú heldur til gongu!
Far tú heldur til gongu
Er ein pera í billykt brostin, so sæst tú ikki nóg væl í ferðsluni. Skift brostnu peruna beinanvegin.
Ta myrku árstíðina er alneyðugt, at lyktirnar verða eftirkannaðar, bæði at allar perur lýsa og at høvuðslyktirnar eru rætt stillaðar, so lyktirnar ikki blinda aðra ferðslu.
Eini góð ráð eru at seta bilin framman fyri einum vindeyga, har tú kanst royna allar lyktirnar. Soleiðis sært tú, um perur eru, sum ikki lýsa. Tú kanst eisini ganga rundan um bilin og kanna, um allar lyktir lýsa sum tær skulu.